Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Kim Kielsen, landsstýrismaður í Grønlandi

Landsstýrið letur tvær milliónir til Grønlands



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

19.06.2017 - 15:20

Tíðindi > Grønland

Løgmaður hevur í samráð við landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, gjørt av, at lata Grønlandi tvær milliónir krónur sum hjálp eftir ógvusligu flóðalduna í vikuskiftinum.

- Í telefonsamrøðu við grønlendska landsstýrisformannin bar eg fram vegna Føroya fólk okkara samhuga við grønlendska fólkinum í hesari sváru støðu. Eg boðaði Kim Kielsen frá, at vit alt fyri eitt eru til reiðar at hjálpa við tveimum milliónum krónum. Grønlendski landsstýrisformaðurin takkaði fyri. Tað er mín vón, at okkara íkast kann gera ein mun í Grønlandi, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.