(Skíggjamynd: kvf.fo)

Landsstýrið setir Bústøðum krøv



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

29.07.2017 - 14:42

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Familjupolitikkur

Landsstýrið hevur sett sær fyri at gera nakað við íbúðartørvin, sum er í løtuni. Í løgmansrøðu síni kallaði Aksel V. Johannessen trýstið á bústaðarmarknaðin fyri ”helst okkara størstu avbjóðing í løtuni”.

Løgmaður segði, at landsstýrið nú hevur givið bústaðarfelagnum Bústaðir greið boð um at raðvesta, har tørvurin er størstur.

Til hetta hava Bústaðir fingið fígging til at byggja 200 leigubústaðir aftur at teimum verkætlanum, sum longu eru í gongd.

- Gongst sum ætlað fer Bústaðir at hava umleið 500 leigubústaðir í 2019, segði løgmaður.

Sambært ískoytispartinum til løgmansrøðuna framgongur, at landið hevur givið Bústøðum heimilt til – umvegis Landsbanka Føroya – at útvega lánsbrøv og/ella taka lán upp á 250 milliónir krónur, sum er tað, ið svarar til at byggja 200 nýggjar leigubústaðir. Hetta virksemi væntast at verða sett í gongd í hesi tingsetuni, framgongur í ískoytispartinum.

Beinleiðis áheitan til bankarnar
Í røðu síni hevði løgmaður eisini eina beinleiðis heilsan til føroysku bankarnar í at vísa samfelagssinni og vera við til at loysa bústaðartrupulleikan.

Løgmaður segði soleiðis.

- Og so havi eg eina áheitan á føroysku peningastovnarnar. Latið vera við at trýsta sethúsaprísirnar upp. Søgan eigur at fáa tykkum at ræðast.

Umframt at byggja vanligar leigubústaðir eru eisini ætlanir um at byggja bústaðir til teir veikastu borgararnar í samfelagnum. Settar eru 200 milliónir krónur av til bústovnar og vardar bústaðir.

- Hetta er ein søguliga stór játtan – kanska tann størsta, einstaka bústaðarraðfestingin á sosiala økinum nakrantíð. Komandi árini byggja vit íbúðir til fólk við menningartarni, sálarsjúku og seinheilaskaða, umframt nýggjan bú- og viðgerðarstovn til børn og ung við autismu – og eitt spildurnýtt barnaheim, segði Aksel V. Johannessen.