Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Landsstýrisfólk ikki til staðar: Formansskapurin fer at taka málið upp



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

20.04.2018 - 22:26

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Í allan dag hava tingfólk, bæði úr andstøðuni og samgonguni, funnist at landsstýrisfólkum, sum ikki hava verið í tinginum tá mál innan teirra øki hava verið til viðgerðar.

Men Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, boðaði í kvøld frá, at hetta ikki er nóg gott, og at formansskapurin fer at taka hetta upp til viðgerðar.

- Eg havi fleiri ferðir úr formansstólinum boðað frá, at hetta gongur ikki. Og eg kann leggja afturat í kvøld, at formaðurin fer at taka spurningin upp til viðgerðar í formansskapinum, segði hann.

- Tað er fyrst og fremst ein leiðsluuppgáva í landsstýrinum, at syrgja fyri, at landsstýrisfólk eru til taks her tá tey skulu vera her, men sjálvsagt fara vit í formansskapinum at gera okkara til, at fáa tingini at fungera um eingin annar kann gera tað, segði Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður.