Mynd: Jens Kr. Vang

Landsstýrismaður: - Koks í heimselituni innan matgerðarlist

Jens Hákun Leo

22.02.2017 - 11:56

Tíðindi > Lívsstíls- & brúkaraevni > Matur & matgerð

- Eg vil ynskja Koks og øllum fólkunum handan matstovuna hjartaliga tillukku við Michelin stjørnuni. Hetta er eitt megnar avrik.

Millum annað hetta sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum,  í sambandi við, at Matstovan Koks hevur fingið Michelin stjørnu.

Poul Michelsen førir víðari fram hesum viðvíkjandi, at...

- Avrikið er úrslit av djørvum hugsjónum, hørðum og miðvísum arbeiði og vissuni um, at føroysku rávørurnar eru í heimsflokki, og at føroyskir kokkar kunnu standa seg á gastronomiska heimspallinum.

- Michelin stjørnan er sjón fyri søgn um, at Koks er í heimselituni innan matgerðarlist og millum fremstu ambassadørar fyri Nýnorrøna matinum. Michelin stjørnan hjá Koks fær uttan iva stóran týdning fyri føroysku matstovu- og ferðavinnuna, og er ein íblástur og fyrimynd fyri føroyska vinnulívið og íverksetarar.