Landsstýrismála-nevndin: Løgmaður hevur brotið stýrisskipanarlógina



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

19.05.2017 - 10:08

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Landsstýrismálanevndin er í dag komin til eina niðurstøðuni í kæruni mótvegis løgmanni og hansara handfaring av Hjúnabandslógini.

Meirilutin í nevndini, andstøðutingmenninir Jógvan Skorheim úr Sjálvstýri og Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum eru komnir til niðurstøðuna, at løgmaður hevur brotið Stýrisskipanarlógina og krevur, at hann rættar sínar sínar gerðir, ið eru framdar á skeivum grundarlagi.

Minnilutin í landsstýrismálanevndini, Annita Fríðriksmørk úr Tjóðveldi, er ikki samd og vísir á, at løgmaður hevði heimild at flyta grein 14 stk. 2 til Mentamálaráðið.

Niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini kann lesast her.

Løgmaður og løgmansskrivstovuna hevur alla tíðina víst á sínn rætt, og hevur í fráboðan í morgun víst á, at hann ikki fer at ganga niðurstøðuni frá ”andstøðutinglimunum”, sum hann kallar meirilutan í Landsstýrismálanevndini, til eftirtektar.

Fráboðanin frá løgmanni sæst her