Landsverk gjørt film um føroysku ferðsluna til ferðafólk



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

05.06.2018 - 06:19

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Ferðsla

Summarið er tann árstíðin, har flest útlendsk ferðafólk leita sær hendanvegin við bili. Flestu teirra kenna ikki føroysku ferðsluna og hava lítlar ella ongar royndir við teimum serligu fyribrigdunum, ið eru eyðkend fyri okkara infrakervi og ferðslu sum heild - til dømis vansan við seyði á vegunum og einbreytaðir vegir og tunlar.

Við ferðslutrygd fyri eyga gjørdi Landsverk tí fyri nøkrum árum síðani ein film, ið beinleiðis vendir sær til útlendingar.

Filmurin, sum nú er dagførdur, viðger tey atlit, sum allir bilførarar eiga at taka, tá koyrt verður í Føroyum, skrivar Landsverk á heimasíðuni.

Í sambandi við framleiðsluna av filminum heitti Landsverk á ferðaskrivstovur, bilútleigarar og aðrar veitarar innan føroysku ferðavinnu at kunna ferðafólk um filmin og sýna hann, har tað ber til. 

Sí filmin omanfyri