Landsverk: Hálka og nógvur vindur ymsastaðni kring landið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jens Hákun Leo

11.01.2017 - 10:15

Tíðindi > Veðrið

Tað er, sambært veðurforsøgnunum, væntandi, at veðrið verður meira ilsligt út á dagin í dag við vindi, vátaslættingi ella kava, og at hetta veðrið fer at halda fram í morgin.

Í gjárkvøldið kundu vit boða frá, at tað í dag fyrst verður 10-15 m/s av útnyrðingi, og at vindferðin hareftir veksur upp til 15 til 20 m/s og út á náttina við hvirlum.

Út á dagin verður vátaslettingur ella kavaæl, og verður hitin ímillum 2 og 5 stig og seinni 0 til 3 stig.

Í morgin fer ættin í ein útnyrðing ella norðan, og vindurin verður upp í 18 til 23 m/s við hvirlum upp í stormstyrki. Kavaælingur verður, samstundis sum hitin verður ímillum 1 kuldastig og 3 stig. Út á náttina minkar vindurin, og tá er sloppið í hesum umfari, sambært veðurforsøgnunum.

Og sambært Landsverk er longu heldur ilsligt og hált at koyra í støðum kring landið.

Landsverk boðar frá nógvum vindi í hesum støðum beint fyri klokkan tíggju í morgun:
Viðareiðisvegurin, á Leiti - 09:58 Stívt andøvsgul, Í hvirlunum upp til 36 m/s.
Høgareyn - 09:58 Skrið, Í hvirlunum upp til 26 m/s.
Porkerishálsur - 09:57 Hvassur vindur, Í hvirlunum upp til 26 m/s.

Landsverk boðar eisini frá hálku í hesum støðum beint fyri klokkan tíggju í morgun:
Klaksvík, Gerðabøur - 09:58: Roknast kann við hálku.
Høgareyn - 09:58: Roknast kann við hálku .
Kaldbaksbotnur - 09:57: Roknast kann við hálku.
Sund - 09:58: Roknast kann við hálku.