Mynd: Jens Kr. Vang

Landsverk: - Óheppið, at fólk ikki taka boðini hjá okkum í álvara

Jens Hákun Leo

13.01.2017 - 15:36

Tíðindi > Veðrið

- Tað er til stóran ampa hjá gravimaskinunum, tá ið fólk ikki taka boðini hjá okkum í álvara.

Hetta segði Árni Jakobsen, økisleiðari hjá Landsverki, við Kringvarpið fyrr í dag í sambandi við, at kavastormur var kring alt landið í gjár, og Landsverk mælti frá allari óneyðugari ferðslu.

Allíkavæl vóru tey mong, sum fóru at koyra, og tað metir Árni Jakobsen vera óheppið:

- Vit komu við áheitanum á middegi í gjár og klokkan tvey og trý og fýra, hvar vit heittu á fólk um ikki at fara út á landsvegirnar at koyra, og tað gjørdu tey so allíkavæl.

- Og tað er tað, sum gevur okkum stórar trupulleikar, nevniliga at maskinurnar hjá okkum ikki klára at grava, og tað blíva so langar køir. Og so tora teir ikki at yvirhála, um onkur kemur ímóti. Nógv jarðrok er eisini, og tá er tað óheppið, tá so nógvir bilar koma út á landsvegirnar. Tað ger tað, at tað blívur so leingi hjá hesum persónunum at bíða, tá teir einaferð rena seg fastar.

Árni Jakobsen leggur dent á, at man sum bjargingarfólk hevur ein ávísan ampa av, at fólk sita leingi føst í bilum og bíða og gerast køld.

Tá ið Landsverk endiliga slapp fram at bilunum, máttu fólkini lata bilarnar standa, og sløkkiliðið koyrdi fólk til hús. Seinastu fólkini komu heim um 1-tíðina í nátt.