Mynd: lv.fo

Landsverk: Trygdin størsta avbjóðing í Suðuroyartunli

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

19.05.2017 - 11:50

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

- Eitt møguligt fast samband til Suðuroyar er ikki longur ein fjarur tanki. Soleiðis skrivar Landsverk í tíðindum í morgun. Smyril eldist, og tí skal støða takast til, um ein nýggj ferja skal byggjast ella um farast skal undir at fáa fast samband millum Sandoy og Suðuroy.

Í sambandi við almennu umrøðuna um møguligt fast samband til Suðuroyar er Landsverk komin við sínum íkasti til, hvørjar avbjóðingarnar hjá teimum eru, um farið verður undir stóru verkætlanina.

Í umrøðuni av hesum spurningi hevur millum annað verið víst til seinastu samferðsluætlanina hjá Landsverki, “Samferðsluætlanin 2012-24”, sum kom út í 2012.

Menningin gongur skjótt, og tí hevur Landsverk gjørt eitt notat til Samferðslumálaráðið um ein møguligan Suðuroyartunnil, har víst verður á, hvørjar fyrireikingar og kanningar eiga at verða gjørdar.

Landsverk skrivar, at størsta avbjóðingin er teinurin. Teinurin á einum slíkum tunli er longri enn teir, ið áður eru viðgjørdir í vegleiðingum og trygdarásetingum.

Í februar gjørdi Landsverk eitt notat um ein møguligan Suðuroyartunnil, og nøkur uppskot um, hvussu trygdin kann verða gjørd betri í tunlinum, verða viðgjørd í notatinum. Landsverk mælir til, at tað verður trygdarkannað av serfrøðingum.

Ein annar týðandi spurningur er linjuføringin. Landsverk mælir til, at peningur verður játtaður til jarðfrøðiligar kanningar, sum fara at gera, at Landsverk er betur ført fyri at taka støðu til bestu linjuføringina og soleiðis fær gjørt eina neyvari kostnaðarmeting.