Mynd: Svimjing.com

Langhylurin í Havn útsettur til 2021



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

10.02.2018 - 20:05

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Mikudagin 7. februar hevði Tórshavnar Kommuna boðið Havnar Svimjifelagi og Svimjisambandi Føroya til kunningarfund um langhylin, ið eftir ætlan skal byggjast í Havn. Annika Olsen, borgarstjóri, Gunvør Balle, varaborgarstjóri, og Sigurð Ó. Vang, leiðari á mentamáladeildini, umboðaðu kommununa.

Á fundinum varð kunngjørt, at projekteringin av arkitektauppskotinum hjá SNA Arkitektum, ið varð kosið vinnari í desember 2016, og sum sambært tíðarætlanini longu skuldi verið komin væl áleiðis nú, er útsett til fyrstani at fara í gongd við árslok 2018. Projekteringin tekur níggju mánaðir og verður sostatt ikki liðug fyrrenn seint í 2019. Eftir hetta verður arbeiðið at byggja nýggju høllina síðani boðið út. Og sambært nýggju tíðarætlanini verður helmingurin av svimjihylskostnaðinum síðan játtaður á fíggjarætlanini fyri 2020, sum so eisini verður árið, tá spakin verður settur í. Hylurin verður eftir hesi ætlan liðugur seint í 2021; og um illa gongst tíðliga í 2022.

Sambært býráðsmeirilutanum er orsøkin til nýggju raðfestingina, ið enn einaferð útsetir langhylin, at íløgukarmarnir hjá kommununi fyri 2018 og 2019 er troyttir til fulnar.

Gamla svimjihøllin í Gundadali hevur víst seg at vera eitt dygdar bygningsverk, ið hevur hildið sítt virði væl. Men meðan fólkatalið í Tórshavnar Kommunu er vaksið nógv, hava svimjikarmarnir staðið í stað, og høllin hevur tí leingi verið ov lítil. Aldurin byrjar at vísa seg við vaksandi útreiðslum til umvælingar og dagføringar umframt at hon ikki longur livir upp til teir normar, ið altjóða kappingar krevja.

- Vit í Havnar Svimjifelag og Svimjisambandi Føroya harmast sjálvsagt hesa avgerð, bæði vegna okkara ítróttarfólk, men ikki minst vegna tey mongu túsund, sum hvørt ár nýta verandi, trongu umstøður, og tey mongu, sum høvdu kunnað svomið afturat, um pláss var fyri teimum.

(Svimjing.com)