Tey, ið keypa gerandisvørur frá Samkeyp og Á skulu venja seg við, at Rema 1000 fer at standa á lágprísvørunum (Tilvildarlig mynd)

Lágprísvørur á føroyskum handilshillum verða skiftar út



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

20.09.2017 - 10:03

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Handil- og tænastuvinna

Størsta innkeypsketan av gerandisvørum í Føroyum, teir 14 Samkeyps- og 12 Á-handlarnir, fara í næstum at gera eina umfatandi broyting í teirra vøruútvali.

Talan er um lágprísvørurnar av merkjunum First Price og Gestus, sum nú verða skiftar út við vørur frá innkeypsketuni Rema 1000.

Broytingarnar koma í sambandi við, at høvuðsveitarin hjá Samkeyp og Á, Poul Hansen heilsøla, hevur gjørt eina strategiska samstarvsavtalu við Arctic Import og Reitan Distribution. Í dag er Reitan Distribution veitari hjá handilsketunum Rema 1000, 7Eleven, Q8, Circle K og OK+.

Stjórin hjá Poul Hansen heilsølu, Høgni Hansen, fegnast um nýggju avtaluna við Arctic Import.

- Tá vit skuldu velja nýggjan samstarvsfelaga, løgdu vit dent á góðsku og kappingarførar prísir. Harumframt løgdu vit dent á, at okkara virðir í samtakinum, t.d matoyðsl og umhvørvisvinarligar vørur skuldu síggjast aftur í tí nýggja samstarvinum. Og hettar meta vit okkum at hava fingið við nýggju avtaluni, sigur Høgni Hansen í tíðindaskrivi.

Vøruúrvalið hjá REMA 1000, sum er so væl umtókt í Danmark og Grønlandi, verður so líðandi eisini at síggja á hillunum í Samkeyp og Á.