Lars Boom úti av Tour de France

Høgni Midjord

04.07.2015 - 10:15

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Í dag byrjar heimskenda Tour de France súkklukappingin. Longu nú, áðrenn kappingin er byrja, er fyrsti luttakarin úti av kendu kappingini.

Lars Boom, ið er partur av Astana-hópinum úr Hollandi verður ikki við. Hann hevur latið inn kortisol-roynd, ið ikki livir upp til krøvini hjá MPCC. Astana er við í MPCC, ið er ein felagsskapur, ið skal tryggjað, at ítróttargreinin er dopingfrí. Hetta skrivar franska blaðið L’Equipe.

Kortisol-royndin, ið varð lating inn, vísti sera óvanlig úrslit. Sigast kann tó ikki við vissu, um Lars Boom er dopaður.

Lars Boom kann bert luttaka, um Astana meldar seg úr felagsskapinum MPCC. Tað er nevnliga ikki eitt krav, at man er limur í felagsskapinum.

Astana hevur ikki møguleika at skifta Lars Boom út við ein annan luttakara. Tískil er vandi fyri at teir bert hava 2 luttakarar við í ár. Astana var í 2014 heft at 2 málum, um nýtslu av EPO, ið er eitt dopingevni.