Bill Justinussen og Lars Emil Johansen

Lars Emil Johansen formaður í Útnorðurráðnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

13.08.2015 - 12:59

Tíðindi > Útnorður

68 ára gamli Lars Emil Johansen frá Grønlandi er valdur til formann í Útnorðurráðnum. Hann loysir sostatt Bill Justinussen av, sum hevur verð formaður síðan 2014.

Tilnevningin fór fram á ársfundi, ið varð hildin í Løkshøll í Runavík.

- Tað er mær ein æra at traðka til sum formaður. Hóast vit júst hava havt 30 ára føðingardag, so er eingin grund til at slappa av. Menningin í okkara trimum londum verður ongantíð liðug, sigur Lars Emil Johansen.

Bill Justinussen, ið fór frá sum formaður, segði, at arbeiðið liggur í góðum hondum hjá Lars Emil Johansen.

Lars Emil Johansen, sum umboðar Siumut, er royndur innan politikk. Hann er fyrrverandi landsstýrisformaður og fólkatingslimur, og hevur síðan 2013 verið formaður í Landstinginum.

- Eg gleði meg at fara til verka og gera mítt besta fyri, at arbeiði okkara (í Útnorðurráðnum, red.) verður til veruleika, sigu Lars Emil Johansen.

Formaðurin situr í eitt ár á gangin.