Mótmælisfólk í Gaza geiranum kastar steinar eftir ísraelska herinum (Mynd: EPA)

Lars Løkke dámar illa avgerðina hjá Trump



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

15.05.2018 - 12:42

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Avgerðin hjá Donald Trump, forseta í USA, at flyta amerikansku sendistovuna í Ísrael úr Tel Aviv til Jerusalem, hevur ført til ógvusligar samanbrestir í Gaza geiranum. Sendistovan lat upp í gjár og seinasta døgnið eru fleiri enn 55 fólk deyð í samanbrestum millum palestinsk mótmælisfólk og ísraelska herin.

- Tað er syrgiligt, tað, sum er hent hetta seinasta døgnið, sigur danski foræstisráðharrin Lars Løkke Rasmussen við TV2.

Lars Løkke hevur ongar ætlanir um at flyta donsku sendistovuna úr Tel Aviv til Jerusalem.

Vit ynskja eina loysn við tveimum statum í Ísrael-Palestina. Tørvur er á at fólk koma til samráðingarborðið. Tí er almenna EU-linjan, at vit hava okkara sendistovur í Tel Aviv, sigur Lars Løkke