Mynd: Jens Kr. Vang

Lars Olsen úttekur landsliðið í morgin

Sverri Egholm

20.08.2017 - 22:20

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Klokkan 10 í morgin fer Lars Olsen, landsliðsvenjari, at úttaka føroyska hópin, sum 31. august og 3. september skal spæla ímóti ávikavist Portugal og Andorra.

Longu nú er greitt, at Gunnar Nielsen, Jónas Tór Næs, Kaj Leo í Bartalsstovu, Rene Shaki Joensen, Gilli Rólantsson Sørensen, Viljormur Davidsen og Jóan Símun Edmundsson verða ímillum teir 23, sum hesaferð fara at fáa landsliðsboð.

Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum klokkan 10.