Mynd: FSF/Hans Erik Danielsen.

Lars Olsen: - Væl møguligt, at vit fáa eitt gott úrslit aftur hesaferð

Hallur av Rana

27.03.2015 - 11:03

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað er sunnudagin at føroyska landsliðið spælir EM-undankappingar dyst móti Rumenia. Seinasti dysturin hjá føroyska landsliðnum er tann nú søguliga sigurin móti Grikkalandi, og føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, metir, at tað er møguligt at endurtaka bragdið.

- Síðani vit vunnu ímóti Grikkaland, havi eg sæð fram til hendan dystin, og eg gleði meg. Kunnu vit koma upp á sama støði, sum ímóti grikkum, so er væl møguligt, at vit fáa eitt gott úrslit aftur hesaferð, sigur Lars Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

Søguliga sæð hava føroyingar hava trupulleikar av eysturevropeiskum liðum, og sambært Lars Olsen, so verður talan eisini um ein torføran dyst móti tí, ið hann metir, er besta liðið í bólkinum.

- Rumenar hava í løtuni eitt rættuliga gott landslið, og beint nú eru teir uttan iva besta liðið í okkara bólki. Eg rokni eisini við, at teir fara at leggja eitt stórt trýst á føroyska málið frá fyrsta bríksli, og tað skulu vit vera klárir uppá beinanvegin.

- Í spælistíli líkjast teir eitt sindur grikkum. Tí skulu vit vera væl fyrireikaðir til hesa stóru uppgávu, og tað haldi eg eisini, at vit eru, sigur Lars Olsen.