Lars Olsen: - Vit fara eftir einum óvæntaðum úrsliti

Ingi Samuelsen

09.10.2016 - 12:38

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

- Vit hava fyrr spælt móti stórum tjóðum og vita, at vit kunnu yvirraska. Vit fara eisini eftir at geva eitt óvæntað úrslit í morgin.

Soleiðis segði Lars Olsen, føroyskur landsliðsvenjari, til tíðindafundin í dag.

Bæði venjarin og spælararnir, Atli Gregersen og Gunnar Nielsen, royndu at vera óimponeraðir, tá teir møttu altjóða pressuni.

- Nei, hetta er ikki okkara størsti dystur nakrantíð. Kanska er tað fyri portugisar, segði Gunnar Nielsen, sum klárt avvísti at føroysku leikararnir hava havt marruna av at skula spæla móti einum av heimsins bestu fótbóltsspælarum, Cristiano Ronaldo.

Ivi um Heina Vatnsdal
Lars Olsen fer ikki at kunngera liðið fyrr enn beint undan dystinum í annaðkvøld.

Í løtuni er ivi um ein leikara. Heini Vatnsdal fekk ein skaða undir venjing í gjár, og luttók tí ikki í venjingini í dag.

- Heini verður í løtuni kannaður av læknum, so enn vita vit ikki, um hann verður tøkur til í annaðkvøld, sigur Lars Olsen.