Lars Olsen staðfestir, at Føroyar hevur góðan møguleika í Nations League, men at liðið skal spæla upp til sítt besta fyri útføra tað.


(Mynd: Jens Kr. Vang/Savnsmynd)

Lars Olsen: Vit hava møguleikan at vinna bólkin

Agnar Frederiksen

24.01.2018 - 12:59

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Føroyar skulu spæla ímóti Aserbaijan, Malta og Kosovo í heyst í nýggju Uefa Nations League kappingini. Hetta er greitt eftir lutakastið í Lausanne í Sveis í dag.

Fyri løtu síðani fingu vit fatur á landsliðsvenjaranum Lars Olsen, og spurdu hvat hann hugsaði beint eftir lutakastið:

- Ja, eg helt at vit vóru eitt sindur óheppnir við at trekkja Kososvo úr niðasta seedingslag. Kosovo má roknast at verða sterkast liðið harfrá. Men annars er talan um jøvn lið í deildini, og harvið er tað ikki so nógvur munur á, hvønn man trekkjur. Í okkara bólki er generelt  talan um lið, sum vit gott kunnu vinna á. Men sum eg altíð sigi: Um vit ikki spæla upp til okkara besta, so verður tað sera trupult hjá okkum

Viðvíkjandi málstetningi er eingin ivi: Lars Olsen og hansara menn vilja vinna bólkin. Lars slær tó fast, at einki kemur av sær sjálvum hjá føroyska liðnum:

- Vit hava møguleikan at enda fremst í bólkinum og koma víðari, og tað er tað, sum vit fara eftir. Tað eru 6 dystir, og tað eru 18 stig at spæla um. Tað snýr seg um hjá okkum at verða til reiðar, og raka dagin tá vit spæla dystirnar. So er góður møguleiki at vinna á hesum liðunum. Men aftur: Vit eru greiðir yvir, at vit noyðast at spæla upp til okkara besta.

Dystirnir í Nations League verða leiktir í heyst. Nú fara fyrireikingarnar av álvara i gongd, og í løtuni verður dystarskráin til bólkin hjá Føroyum løgd. Í mars skal føroyska liðið til Marbella í Suðurspania, har millum annað tveir venjingardystir verða leiktir. Dystirnir eru ímóti Liktinstein og Lettlandi. Lars Olsen fegnast um at fáa møguleikan at hava hópin samlaðan, og at spæla dystir ímóti liðum á sama støði. Hetta er góð fyrireiking til kappingina í heyst, sigur Lars Olsen til endans