(Mynd: EPA)

Lars von Trier fær mæta danska mentanarvirðisløn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

09.01.2018 - 09:09

Mentan > List > Filmslist

61 ára gamli filmsleikstjórin og leikritahøvundurin, Lars von Trier, fær donsku mentanarheiðurslønina Sonningprisen, sum er upp á eina millión krónur.

Heiðurslønin verður handað á Keypmannahavnar universiteti til ein persón, sum hevur arbeitt til gagns fyri evropeiska mentan. Sonningprisen verður vanliga latin annað hvørt ár.

- Vit halda, at Lars von Trier er eitt heilt serligt listafólk, sigur Milena Bonifacini, forkvinna fyri Akademiráðið, ið hevur verið við til at tilnevna von Trier til Sonningprísin, við Ritzau.

Akademiráðið er ráðgevi hjá statinum í listarligum og fagurfrøðiligum spurningum.

Lars von Trier hevur gjørt minst 20 films- og sjónvarpsframleiðslur, ið flestallar hava verið nógv umrøddar.

Í Danmark var gjøgnumbrot hansara sjónvarpsrøðin ’Riget’ frá 1994 og altjóð gjørdist Lars von Trier gitin við filminum ’Breaking the Waves” frá 1996.

Sonning heiðurslønin verður handað 19. apríl á Københavns Universitet.

Lars von Trier er bert triði danin, ið fær henda heiður. Hinir eru vísundamaðurin Niels Bohr í 1961 og arkitekturin Jørn Utzon í 1998. Millum tey, ið hava fingið henda tignarliga prísin eru Günther Grass, Václav Have, Ingmar Bergman, Jürgen Habermas, Dario Fo, Halldór Laxness, Laurence Olivier, Albert Schweitzer, Winston Churchill og so William Heinesen – tað var í 1985.