Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Lassen argar Hesselberg: - Viss man hevur eina ringa sak, so brúkar man nógva tíð uppá próvførslu

Jens Hákun Leo

14.06.2018 - 18:33

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Jógvan Páll Lassen, verjin hjá tí 22 ára gamla ákærda manninum í Øksarmálinum, tók als ikki undir við ákæranum í málinum, Lindu Margrethu Hesselberg, sum førdi fram í Føroya Rætti í gjár í sambandi við proceduruna í málinum, at tann ákærdi eigur at verða dømdur fyri morðroynd.

Herundir vísti Lassen á, at tann ákærdi játtar seg sekan í at hava framt grovan harðskap, men at morðroynd er at taka ov rívan til.

”Tað eru eingi prógv um nakran vilja hjá Persóni A (tí 22 ára gamla ákærda) at drepa”, segði Lassen, sum eisini fanst at Hesselberg fyri at brúka 3 tímar uppá at bera fram próvførslu sína í málinum.

”Viss man hevur eina ringa sak, so brúkar man nógva tíð uppá próvførslu, men viss man hevur eina góða sak, so brúkar man ikki so langa tíð uppá próvførslu”, helt Lassen argandi fyri.

Sló við moderatari kraft
Lassen helt fram:

”Vissi tit (nevningatingið, sum skal døma í málinum) ikki vita, hvussu Persónur A hugsaði, tá hann svingaði við øksini, so skulu tit fríkenna hann”.

Hetta var Hesselberg, sum vera man ósamd við honum í – sipandi til Dolos Eventualis prinsippið, um at ein kann dømast fyri morðroynd, tá ein góðtekur premissurnar um, at tað er ein vandi fyri, at ein persónur kann doyggja av handlingunum hjá sær. Tað metti hon, at persónur A gjørdi. Persónur A góðtók, sambært Hesselberg, premissurnar um, at tað var ein vandi fyri, at Persónur C kundi doyggja av handlingunum hjá sær.

Men Lassen grundgav ímóti hesum:

”Hevði Persónur A roynt at dripið Persón C, so hevði hann ikki sligið við moderatari kraft, sum retsmedisinarin vísti á (í rættinum mánadagin), men hann hevði langað til. Og hevði Persónur A roynt at dripið Persón C, so hevði hann sligið Persón C í høvdið.”

Ikki nóg umfatandi skaðar til at verða dømdur eftir grein 246
Hesselberg var ikki imponerað og vísti á dómar, har fólk hava fingið ta revsingina, hon ynskir, fyri at hava forvolt fólki skaðar í støð á kroppinum, sum ein ikki beinleiðis setur í samband við ”deyða á staðnum” (t.e. høvd og hjarta).

Í aðrar mátar legði Lassen greidliga upp til, at skaðarnir, sum Persónur C fekk í sambandi við Øksarmálið, ikki vóru nóg umfatandi til, at Persónur A kundi verða dømdur eftir grein 246 í revsilógini, ið kann geva upp til 10 ára revsing.

”Tit sóu hann (Persón C). Hann kom gangandi inn í rættin hin dagin (mánadagin) sum einki, og tað var bara hondin hjá honum, sum varð álvarsliga særd.”

Lassen royndi ikki at sláa skaðan í hondini hjá Persóni C upp í glens ella at gera hann minni álvarsaman, enn hann var, men vísti á, at tað í tráð við presedens skal sera nógv til – t.e. skulu sera álvarsligir skaðar til, munandi álvarsligari skaðar enn tann hjá tí órættaða í hesum málinum -, áðrenn ein persónur kann verða dømdur eftir grein 246 í revsilógini.

Tískil grein 245, ið umtalar grovan harðskap. Og sum gevur 6 ára revsing. Tað var hetta, sum Lassen mælti nevningatinginum til í gjár í sambandi við proceduruna í Øksarmálinum.

Skrivaði suicide mission - ikki killer mission
Óli Jákup Kristoffersen, verjin hjá tí 24 ára gamla ákærda í málinum, talaði í sínum lagi fyri at fríkenna klientin hjá sær.

”Hann skrivaði suicide mission (í Snapchattinum til dámuna, hann hevði datað), ikki killer mission. Og tað er ikki fyrr enn, eftir at Persónur A hevði høgt við øksini, at Persónur B (tann 24 ára gamli ákærdi í Øksarmálinum) innsær, hvat ið er hent. Tískil sigur hann – WTF. We just stabbed someone with an axe over 20 times for trying to stab us.”

Óli Jákup Kristoffersen øtaðist eisini yvir, at Hesselberg umtalaði Persón C (tann órættaða) sum eitt trúverdigt vitni.

”Gud forbarmi seg. Hann var tann einasti, sum ikki mintist, at hann hevði givið Persóni A ein frammaná uttanfyri húsið á Íslandsvegnum”, segði Kristoffersen millum annað.

Tann ákærdi handlaði ikki paniskt
Persónur B var harafturímóti sera klárthugsandi hetta kvøldið, vísti Hesselberg á sum eitt aftursvar til pástandin hjá Persóni B um, at hann fór í panikk, tá hann sá, hvat Persónur A gjørdi við Persón C.

”Hann fór ikki og hjálpti Persóni C, sum lá og bløddi, men fór heldur hinvegin avstað við øksini og knívinum, sum persónur C hevði havt í taskuni. Knívin blakaði hann í ein garð nærendis, meðan øksina fór hann langa leið við og goymdi hana undir einum flagtaki. Síðan kom hann aftur og hjálpti Persóni A undir brúsu, og koyrdi hann klæðini hjá honum í vaskimaskinuna. Hareftir stillaði hann vaskimaskinuna á eitt programm, ið tók meira enn 2 tímar”, greiddi Hesselberg frá um Persón B, sum sambært henni ikki ageraði sum ein, ið var í panikk hesa náttina.

”Hann framstendur fyri mær sum ein persónur, ið handlaði púra rationelt, og sum visti, hvat hann gjørdi, og tað er eisini tað, sum løgreglumenninir, sum vóru á staðnum hesa náttina, siga”, legði Hesselberg aftrat.

Fríggjadagin er tað nevningatingið, sum hevur endaliga orðið í Øksarmálinum.

Les eisini: Verji: Tann órættaði er sanniliga ikki Guds besta barn

Les eisini: Tann 22 ára gamli: Nú kann eg endiliga fáa neyðugu hjálpina