Mynd: Twitter

Lastbilur koyrt inn í mannamúgvu í Stockholm

Jens Hákun Leo

07.04.2017 - 13:24

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

Ein lastbilur hevur fyri lítlari løtu síðan koyrt inn í eina mannamúgvu í Drottninggatan í Stockholm.

Eftir øllum at døma er talan um, at fólk eru komin til skaða. Enn fæst ikki meira at vita um hetta. 

Sambært einum tíðindafólki hjá SVT, svenska kringvarpinum á staðnum, verður tað ávarað um yvirgang í miðbýnum í Stockholm.

Sagt verður í aðrar mátar úr Stockholm, at fleiri vápnað løgregufólk, sum stóðu við handilsmiðstøðina Åhléns, byrjaðu at skjóta frá hond.

Vit fylgja málinum.

Tað nýggjasta: Sambært óváttaðum tíðindum hava trý fólk latið lív.