(Mynd: VG)

Lastbilur rendi gjøgnum mannamúgvu í Berlin - 9 deyð higartil

Niels Petersen

19.12.2016 - 20:24

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Nýggju persónar er dripnir og enn fleiri eru særd, eftir at ein lastbilur koyrdi gjøgnum mannamúgvuna á einum jólatorgi í týska høvuðsstaðnum, Berlin. Hetta skrivar Dr.dk.

Sambært týsku løgregluni var jólatorgið í Gedächtniskirken á kendu gøtuni, Kurfürstendamm.

Lastbilurin skal sambært týsku løgregluni hava koyrt yvir um gongubreytina og steðgaði stutt aftaná.

Ein talsmaður frá løgregluni segði fyri Berliner Zeitung, at tað ikki enn er greitt, um talan er um eitt ferðsluóhapp, ella um talan hinvegin er um eina yvirgangsatsókn.