Lastbilur upp á tvørs í hálkuni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

09.02.2018 - 12:47

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Ongin mannskaði hendi, tá ein stórur lastbilur fór á glið á landsvegnum gjøgnum Gøtugjógv, og kom á tvørs av vegabreytini. Óhappið hendi beint eftir klokkan 11 í dag.

Ein saltingarbilur hjá Landsverki var nærhendis, og hann kundi skjótt beina lastbilin á beint aftur, so at ferðslan aftur kundi koyra ótarnað.

Meðan bilurin stóð á tvørs máttu bilarnir upp á gongubreytina fyri at koma framvið.