Mynd: TV2

Laudrup: - Tað er ikki stuttligt at spæla fótbólt á hægsta stigi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

20.04.2017 - 11:22

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

- Nei, tað er ikki stuttligt. Tað er stuttligt at spæla, tá man er ungur. Tað er stuttligt at spæla, tá man er gamal. Men tað er ikki stuttligt at spæla á toppprofessionellum støði.

Orðini eigur danska fótbóltslegendan, Michael Laudrup, sum í tíð sínari sum fótbóltsleikari á hægsta stigi í 1980unum og 1990unum leikti við Lazio, Juventus Barcelona, Real Madrid og Ajax, og sum harumframt náddi at leika 104 dystir við danska landsliðnum.

Hann hevur vunnið Champions League, La Liga, Seriu A, Eredivision og hevur verið í EM-hálvfinaluni (1984) og HM-fjórðingsfinaluni (1998), men einari í samrøðu í ”'Talkshowet Meyerheim”, sum TV2 endurgevur úr, letur hann tó ikki so væl at lívinum sum fótbóltsspælari á hægsta stigi.

- Líkamikið hvussu góður tú verður, er tað ein ringrás. Tú byrjar við at spæla til stuttleikar, og so nært tú einum støði, har tú verður professionellur og kemur til tey stóru feløgini. At enda kemur tú aftur til eitt støði, har tú aftur fert at spæla til stuttleikar.

- Tað eru nøkur krøv, bæði kropslig og, ikki minst, sinnislig...Tapir tú ein dyst, fært tú kritikk í miðlunum. Síðan endar tú við at vinna meistaraheitið og feirar tað í fýra dagar. Hareftir fert tú á feriu í fýra dagar, og tá tú kemur aftur, er tað fyrsta, tú fært at vita, at tað verður sera hart komandi kappingarár, tí at hini liðini fara at gera alt fyri at vinna á tær. Síðan gongur tað illa tveir teir fyrstu mánaðirnar av tí nýggja kappingarárinum, og so er alt frá undanfarna kappingarári gloymt, sigur Michael Laudrup millum annað, sambært TV2.

Hann leggur aftrat, at...

- Tú skalt allatíðina finna teg sjálvan av nýggjum ár eftir ár eftir ár...Tað eru nógvir leikarar, sum hava havt eitt ótrúligt talent, men sum ikki hava klárað tað, tí at teir ikki hava havt tað sinnisliga við sær.