Lauru Lydersen á Kirkju til áminningar

Innsent

28.08.2017 - 13:30

Tíðindi >

Her verður einki ættartal roknað upp. Bert hetta: Laura var – mær vitandi – fødd í Norðdepli. Pápi hennara var úr Svínoy, mamman av Kirkju í Fugloy.

Tá ið mamman, til tað blaðung, doyði frá trimum børnum, fóru øll til fosturs. Laura var eina tíð suðuri í Suðuroy, men tráaði norður aftur til Fugloyar, har hini systkini búðu.

Hon treivst væl á Kirkju, har ið forn mentan var í hásæti, men sanniliga eisini opinleiki fyri øllum nýggjum rákum.

Vitugt og vakið var hetta fólkið.

Heilt ung funnu tey saman, Laura og Absalon, og tey fingu børnini Jenny, Amaliu og Lonu, Ólav, Jógvan og Jóhan.

Okkara leiðir bóru saman heilt frá tí, vit á fyrsta sinni ferðaðust í Fugloy á sumri í 1975. Seinni – í 1987 – fluttu vit út til Hattarvíkar.

Tey árini mentist okkara vinalag. Vit gingu javnan yvir á Kirkju, einsamøll ella saman við ferðingarfólki, og fingu altíð blíðskap hjá Lauru og Absaloni. Sama tá ið vit á ferð út til Fugloyar ikki sluppu upp á land í Hattarvík, tí ókyrt var. Um atkomandi var á Skoragjónni, á gomlu lending ella norðuri í Vági, so stóð altíð ein heitur drekkamunnur klárur, tá ið vit ofta vát og illa válað vunnu upp hús.

Frá tí, vit bygdu í Hattarvík, gjørdist samveran meira reglubundin. Vit skipaðu fyri dansikvøldum í køkinum í Útistovu í Hattarvík og í kjallaranum hjá Lauru og Absaloni, har ið Laura og seinni Amalia fóru at hava handil.

Kvøldini vóru hugnalig, tá ið hesi manngóðu, blídligu hjún tóku ímóti okkum øllum, ið komu í dans.

Stundum komu vit við bilum, men eisini stundum til gongu í góðveðrinum upp um Kross – sóu vitan uppi á Fjalli blunka so kátliga til okkara og úr kirkjuhaga ljósini á Viðareiði og ikki so sjáldan eina nýggja bygd, trolbátarnar, sum lógu og krokaðu inni á Viðvík, tá ið hann stóð á vesturhallari lágætt.

Altíð stóð – hjá Lauru og Absaloni – búgvið borð fyri okkum, vit komu yvir, og í dansinum vóru tey trúgv, tá ið Vaagen “stevndi um tangan fram”, og serliga væl dámdi teimum tær stuttu rímurnar úr Songbók Føroya fólks, fremstar teirra “Eg sat á urðargróti/ ein fagran summardag” ella “Tað hevur tókt millum føroyinga gaman”, og skemtiligast leikaði, tá ið okkurt lætt varð kvøðið: “Ungersvend bad sin flicka” ella “Bukkutátturin” – bæði kvøðin í leikandi kæti.

Men tað var ikki bara dansur og kvøðing – eisini prát um dagsins mál, og her var Laura so greið, so sjáldsama falsleys í tí, hon førdi fram.

Her var einki tutl, ongar kávalótir. Henda vakra, livandi, dimmhærda konan – soleiðis minnist eg hana – segði sína hjartans meining, og tað uttan mun til um høgur ella lágur var í stovuni.

Flokspolitiskt mundu vit ikki vera samd, men tað var okkurt tølandi við hesi kvinnu, sum bar síni sjónarmið fram, sum tú ikki vart samdur í. Hon var ikki ein av teimum, sum segði seg vera hetta ella hatta, men sum var. Einki millummenniskja, sum var helvtin hetta ella helvtin hatta.

Ein persónmenska var Laura.

Vit lýsa frið yvir minni hennara og vátta tær, Absalon, tann kempumaður tú hevur verið bæði í bakka, báti og bjørgum, okkara inniligasta samhuga. Somu samhugakvøður fáa børn tykkara og barnabørn, sum altíð hava verið okkum holl og blíð.

Í Bóndabrekku í Havn 27. august 2017
Árni Dahl