Mynd: Ólavur Frederiksen, Faroephoto

“Ein dagur á grynnuni” verður aftur í ár

Ari av Rana

13.02.2018 - 22:33

Mentan > Streymoy - Tórshavn

"Ein dagur á grynnuni" hevur veruliga funnið sítt pláss í árligu skránni yvir tiltøk í Føroyum.

Í ár verður tiltakið hildið 5. mai, og sum vanligt kunnu øll royna mat úr sjónum, lurta eftir tónleiki og njóta løtuna í Tórsgøtu í Havn.

Tiltakið er eitt gott høvi at læra okkara eftirkomarar um ta ótrúliga tilfeingi, ið okkara land er kringsett av, skriva fyriskipararnir.

Tiltakið hevur eydnast ómetaliga væl seinastu árini og nú verður tað endurtikið 5. mai.