Røddin á Pól Arna dunar millum hamrar. Fólkarokkur tá hann er bestur

- “Farni” Týr-sangarin vendir heim og ger sítt egna meistaraverk



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Niels Petersen

08.11.2015 - 11:00

Tíðindi > Mentan > Tónleikur

Hamradun er heitið á nýggjari verkætlan, sum sangarin og sangskrivarin, Pól Arni Holm av Tvøroyri stendur á odda fyri. Støðið í tekstinum er tikið úr føroyskum sagnum og kvæðum. Og tað er Pól Arni sjálvur, ið hevur skrivað flestu sangirnar. Sjey skeringar eru á fløguni, sum Uni Debess hevur tikið upp og lagt til rættis. Finnur Hansen hevur ljóðblandað og Tutl hevur givið út.

- Ein fantastisk rødd, sum er millum tær bestu innan sítt øki, tí Pól Arni klárar at fara niður í lægru og høgu tónarnar og lata hetta í ein fólksrockligan búna, ið fær okkum aftur í fornkendar, men eisini viðkomandi røtur, sigur panelið í Kvørnini í Kringvarpinum. Panelið í Kvørnini varð mannað av Urd Johannesen, Fríálvi Jensen og Kára Jacobsen.

Løgini á útgávuni

1. Sneppan – orð: Pól Arni – lag: Torbjørn Lisberg – lagt tilrættis: Uni Debess

2. Snæbjørn – orð: Pól Arni – lag: írskt fólkalag – lagt tilrættis: Uni Debess

3. Útlegd – orð og lag: Pól Arni – lagt tilrættis: Uni Debess

4. Sinklars vísa – lag: føroyskt kvæðalag – lagt tilrættis: Pól Arni og Uni Debess

5. Ein stutt og stokkut løta – orð: Mikkjal á Ryggi – sálmalag – lagt tilrættis: Pól Arni og Uni Debess

6. Frísarnir – orð og lag: Pól Arni – lagt tilrættis: Uni Debess

7. Kvæðið um hargabrøður – orð: Pól F. Joensen – vísulag – lag tilrættis: Pól Arni Holm og Uni Debess.



Hoyr sendingina Kvørnin HER.