“Jernbanegade” í Hoyvík: Tí eru 72 lok í vegnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sveinur Tróndarson

14.10.2013 - 14:59

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

- Atlit til náttúruna er orsøkin til, at tað eru so nógvir brunnar undir Karlamagnusarbreyt í Hoyvík. Tá vit gjørdu av, at vatnið, sum skal førast í Tútakannutjørn skal vera reint vatn, hevði tað við sær, at vit skuldu leggja fleiri brunnar undir vegin, og tí kanst tú siga, at tað er ein triðingur fleiri jarnlok í vegnum enn tað annars høvdu verið.


Tað sigur Ronald F. Poulsen, sum arbeiddi á Teknisku deild hjá Tórshavnar kommunu, tá Karlamagnusarbreyt var løgd til rættis.

Tey, sum hava koyrt eftir vegnum, hava ivaleyst lagt til merkis, at tað eru nógv fleiri jarnlok í hesum vegnum enn í nøkrum øðrum vegi nakra aðrastaðni í landinum. So nógv, at vegurin millum manna ber navnið “Jernbanegade”. Og tað er kanska einki at siga til, tí tað eru 72 lok í vegnum, sum er umleið 675 metrar langur.

Frágreiðingin er tó rættiliga einføld, greiðir Ronald F. Poulsen frá.

- Vanliga vera kloakkir lagdar í vegin og tað er einki undantak í hesum føri. So eru innføringar frá teimum bygningunum, sum standa við vegin, og tað er heldur einki nýtt. Tað nýggja er, at tað nú bara skulu vera 45 metrar millum hvønn brunn, og Karlamagnussarbreyt er ein av longstu nýggjaru vegum í bygdum øki, og tí verður tað til nokk so nógv lok, sigur Ronald F. Poulsen.

Hartil kemur so, at í øðrum tilfeldum er ein partur av lokunum løgd í gongubreytina, men Karlamagnusarbreyt hevur onga gongubreyt, og tí er alt so sjónligt.

Og so eru tað náttúruatlitini. Tað sum hevur við Tútakannutjørn at gera.

- Heldur enn at føra skitið vatn av vegnum, við sápu, avslitnum asfalti og øðrum lorti oman í Tútakannutjørn, gjørdu vit av bara at taka vatn frá takrennum til tað endamálið. Men tað hevur við sær fleiri brunnar undir vegnum og harvið eisini fleiri lok, greiðir Ronald Poulsen frá.

Henda seinasta leiðingin var kanska ikki beinleiðis neyðug, men tað var tilmælið og tað var politiski viljin, at tjørnin, sum kirkjan stendur í, skal vera rein.

- Tað verður hugsað meira og meira um umhvørvið, og hetta er ein partur av tí, sigur Ronald Poulsen.

Tí eru tað 72 jarnlok í Karlamagnussarbreyt í Hoyvík...