“Sendið ljós” konsert í Kelduni sunnudagin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

03.10.2017 - 21:53

Mentan > Trúarlív

Sunnukvøldið verður konsert í Kelduni í Skálafirði til frama fyri átakið “Sendið Ljós”. Á konserini luttaka Magni Christiansen, Blátt Gras, Petur Hans Hansen og Eyðun Jacobsen. Tað verður ókeypis atgongd, tó verður ein innsavnan til Sendið Ljós.

Sendið Ljós er eitt evangeliskt átak, sum Eyðun Jacobsen er upprunamaður til. Ein fløga verður framleidd, og á hesi fløgu koma sangkreftir frá ymiskum samkomum at luttaka á.

Fløgan kemur at innihalda tjúgu sangir og tónleikurin verður innspældur í Crossroads Studios í Arden NC.

Røddirnar verða tiknar upp í upptøkuhølum í Føroyum.

Hesi luttaka á fløguni: Magni Christiansen, Rakul Á Stongunum, Petur Hans Hansen, Kristina Nónklett Hansen, Terje B. Vestergaard, Svein Í Prestgarði, Ólavur Á Váli Olsen, Torkil Mørkøre, Eyðun Jacobsen, Lisa Frederiksberg, Tóra við Keldu, Blátt Gras, Petur-Páll og Ronny, Vitin, Zamar, Kvartettin í Betesda og Oasubrøðurnir.

Tað serstaka við hesi fløgu er, at hon kemur ikki at kunna keypast nakrastaðni, men skal brúkast sum eitt evangeliskt amboð, ein traktat, at geva út ókeypis.

Konsertin sunnukvøldið verður klokkan 20.