“Slender Man”-pápi um filmsútgávu: - Óvanliga smakleyst



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

06.01.2018 - 19:36

Mentan > List > Filmslist

Í mai mánað hevur ræðufilmurin “Slender Man” frumsýning. Slenderman er bygdur á eitt alnetsfyribrigdi, sum sá dagsins ljós í 2009. Millum annað eru alnetsspøl gjørd, har ein má rýma undan Slenderman.

Men ræðufilmsútgávan av Slenderman hevur verið fyri atfinningum, tí at ein verulig sorgarleikur er knýttur at fyribrigdinum.

Í 2012 stungu tvær 12 ára gamlar gentur í USA ein javnaldrandi gentu 19 ferðir. Tær søgdu, at tær gjørdu tað, tí at tær vildu prógva, at Slenderman var veruligur.

Nú sigur Bill Weier, pápin at einu gentuni sum stakk, at tað er óvanliga smakleyst at Sony Pictures gera ein film um Slenderman.

- Tað er burtur úr vón og viti, at tey gera ein tílíkan film. Eg eri ikki bilsin, men tað er óvanliga smakleyst. Tað einasta ein slíkur filmur ger, er at leingja um tað pínu, sum hesar tríggjar familjurnar føla, sigur Weier við The Hollywood Reporter.

Sony Pictures hevur ikki viðmerkt málið.