Lea Kampmann útgávukonsert í kvøld



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

18.10.2017 - 07:11

Mentan > Mentan > Konsertir

Lea Kampmann hevur seinastu árini gjørt vart við seg, sum ein tann bjartasta stjørnan á føroyska tónlistarliga himmalhválvinum, nú kemur so fyrsta útgávan, og tað verður hátíðarhildið við útgávukonsert í spælistaðnum í Tórsgøtu, Reinsarínum.

Fløgan hevur verið leingi á veg, og spenningurin er tí stórur, nú eitt av okkara mest lovandi endiliga er tøk á fløgu.

Á konsertini hevur Lea savnað tónleikararnar, ið hava spælt fløguna inn við henni, og taka tey okkum við á eina tónleikaferð gjøgnum løgini hjá Leu.

Songkvinnan Rebekka Petersen hitar upp, og síðan fara Lea og bólkurin á pall. Konsertin er á Reinsarínum í kvøld.