Legendkvøld við Petur Hans Poulsen



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

28.05.2018 - 16:52

Mentan > Mentan > Tónleikur

Eitt søguligt kvøld verður 31.mai í Spaniastovu har Petur Hans Poulsen í samrøðu við Rudolf Joensen sigur frá, tá hansara tónleikaraferð byrjaði í Klaksvík. Tá teir mannaðu Swallows og fóru sum Svalar úr tónleikaumhvørvinum uppi í Uppsølum og endaðu sum húsorkestur í Atlantis undir navninum The Birds.

Undan samrøðuna við Petur Hans verður stutt frásøga um tónleikaliga ráki sum kom til Føroyar í seinru helvt av 60’árunum.

Høvið verður at hoyra Birds fyri fyrstu fer spæla í Spaniastovu við manningini frá 1967: Niels Johannesen, Sonhard Johannesen, Sigbrand Johansen og Petur Hans Poulsen.