Mynd: Sverri Egholm

Leggja upp til kríggj á telemarknaðinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

18.04.2018 - 19:55

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Samskifti

Lagt er upp til eitt lítið kríggj á telemarknaðinum aftur. Tað er viðhvørt, at annar veitarin kemur við onkrari nýggjari tænastu ella setur prísin niður á einari aðrari, og so byrjar eitt lítið kríggj. Eitt kríggj, sum sjálvsagt er gott fyri kundarnar.

Seinnapartin kunngjørdi televeitarin Hey nýggjar tænastur. Nú ber til at goyma óbrúkt data til næsta mánað. Tey nevna tað datarull, og tað merkir, at um tú bara brúkti helvtina av tínum gitabeitum í einum mánað, so rulla tey yvir á næsta mánaðin.

- Vit halda, at kundin eigur tað, sum hann hevur goldið fyri. Tí hava vit ment hendan møguleika, so tú fært títt óbrúkta data við inn í næsta mánað, sigur Rói B. Poulsen, privatkundaleiðari hjá Hey í tíðindaskrivi.

Eisini verður lagt upp til, at fólk bjóða øðrum at skifta til Hey. Fyri hvønn, sum ein bjóðar við, fáa báðir partar 4GB afturat síni vanligu nýtslu - um móttakarin tekur av tilboðnum, væl at merkja.

Umframt tað, er nýggjur tænastudepil settur upp, so kundar fáa einfalt yvirlit yvir teirra nýtslur og tænastur. At síggja til eru prísirnir ikki lækkaðir, men heimasíðan er sett einfaldari upp og ein komandi kundi hevur betri yvirlit yvir hvat júst hansara tørvur kostar.

Tað ganga helst ikki nógvar dagar, so kemur Ver (Føroya Tele) við onkrum mótspæli, so teirra kundar eisini fáa ávísar fyrimunir. Soleiðis hevur tað í øllum førum verið seinastu árini.

Les eisini: Hey fremur nýbrot innan føroyskt telefoni