N`Golo Kanté kundi ikki fegnast um trý stig ímóti Sinji Okazaki og sínum gamla felagið.
(Mynd: EPA)

Leicester stríddi seg til eitt stig á Stamford Bridge

Agnar Frederiksen

13.01.2018 - 17:22

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Seks dystir í Premier League vórðu bríkslaðir í gongd kl.15.00

Chelsea fór av vøllinum uttan at skora triðja dystin á rað. Leiciester leikti ein góðan dyst í London, og hóast útiliðið spældi seinnu helvt av 2.hálvleiki við tíggju monnum, so megnaði Chelsea ikki at fáa hol á. Tottenham, Liverpool og Arsenal kunnu harvið hála inn á meistaraliðið hetta vikuskifti, og United kann trekkja frá mánakvøldið.

Crystal Palace og West Bromwich vunnu á heimavølli, West Ham og David Moyes halda á við góðu gongdini og Newcastle, Swansea, Watford og Southampton fingu øll eitt stig í dag.

Chelsea-Leicester 0-0
Crystal Palace-Burnley 1-0
Huddersfield-West Ham 1-4
Newcastle-Swansea 1-1
Watford-Southampton 2-2
West Bromwich-Brighton 2-0

Nú kl.17.30 byrjar dysturin á Wembley, har Tottenham tekur ímóti Everton. Har er Tottenham greiður favorittur. Við sigri kann heimaliðið koma uppá liðina á Liverpool á fjórða plássinum.