Leikritið til ”Traðabøndur” fyrsta bók í ár



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

02.01.2018 - 10:22

Mentan > List > Bókmentir

Forlagið Fannir gav út fyrstu bókina í 2017. Tað var Leikrit 21. Forlagið gevur eisini út fyrstu bókina í 2018. Tað er Leikrit 25: ”Traðabøndur”, sum Hans Andrias Djurhuus læt prenta sum framhaldstilfar í ”Tingakrossi” frá 23. oktober 1932 til 29. mars 1933. Leikurin kom í bók á fyrsta sinni í 1935.

Hans Andrias var næsti granni hjá Sjónleikarhúsinum, sum varð tikið í nýtslu í 1926, og hann var virkin nevndarlimur, stundum formaður, í Havnar sjónleikarfelag. Hann skrivaði fleiri leikir hesi árini – eftir ungdómsverk síni: ”Maritu”, 1908 (Leikrit 8) og ”Anniku”, 1917 (Leikrit 9). Tann fyrsti teirra var ”Álvaleikur”, 1930 (Leikrit 22).

Leikurin ”Traðabøndur” er, tað vit vita, bara leiktur eina ferð. Tað var ein realflokkur í Hoydølum, sum veturin 1973/74 setti leikin á pall í Havn, Kollafirði og heima á Sandi. Daniella Olsen leikstýrdi.

Viðmerkingar eru skrivaðar til henda leikin eins og til allar hinar í røðini. Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis. Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd. Leikrit 25 er 86 síður.