Leita eftir kavbáti í Keypmannahavn

Ingi Samuelsen

11.08.2017 - 08:41

Tíðindi > Tíðindi > Danmark


Bjargingartyrlur og skip eru í morgun sett inn í leitingini eftir einum privatum kavbáti, ið er horvin í havnini í Keypmannahavn, møguliga í siglingarrennuni móti Bornholm.

Talan er um heimsins fyrsta privata kavbát, Nautilus, sum danski uppfinnarin, Peter Madsen, flotaði í 2008.

Eftir øllum at døma, er eigarin sjálvur í kavbátinum saman við einum journalisti, skriva danskir miðlar. Teir fóru úr Keypmannahavn í gjárkvøldið um hálvgun níggjutíðina. Tað var unnustan hjá journalistinum, sum boðaði myndugleikunum frá.

Óttast verður fyri, at onkur vanlukka er hend. Thomas Djursing, blaðstjóri á Ingeniøren sigur við tv2.dk, at hann óttast fyri, at báturin kanska liggur á botni onkrastaðni og teir stríðast fyri at fáa barlast-tangarnar at virka og koma upp í vatnskorpuna aftur. Møguleiki er eisini fyri, at báturin kanska hevur tikið vatn inn ella at eldur er komin í.

Peter Madsen plagar vanliga ikki at fara langt, tá hann er túr við kavbátinum – plagar at halda seg innan fyri økið í Keypmannahavnar havn, sigur Thomas Djursing.

Uppfinnarin Peter Madsen er í Danmark eisini gitin sum Raket-Madsen, tí hann eisini hevur bygt fleiri rakettir, og einaferð hevði hann ætlanir um at vera tann fyrsti, sum kundi senda ein dana út í rúmdina.

Seinasta (kl. 10.30): Kavbáturin er funnin