Mynd: Miram & Janus Photography

Leita eftir kvinnum til nakinmyndir: - Avspeglar vakurleikan hjá kvinnuni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

31.01.2018 - 12:22

Mentan >

Miram & Janus Photography leita nú eftir kvinnum í aldrinum 20 og uppeftir til nakinmyndir.

Seinastu árini hevur Gvøðny Miriam Gunnarsson tikið nógvar myndir av naknum kvinnum og tað hugtekur hana, greiddi hon frá í Góðan morgun Føroyum í morgun.

- Hevði eg dugað at teknað sum yngri, hevði eg ikki teknað annað enn naknar kvinnur. Eftir at hava tikið myndir í nøkur ár hevur tankin um eina bók við nakinmyndum verið í huganum. Eina bók, har eg eisini greiði frá hví eg haldi, tað er umráðandi at vera í einum samfelagi, har ein frítt kann úttrykkja seg uppá handan mátan, sigur hon.

- Nógvar av myndunum eg taki fyri tíðina er tað, eg kalli fyri "nude". Tað er nakað sum avspeglar vakurleikan hjá kvinnuni uttan nakað sum helst á, so sum sminku ella klæðir.

- Ætlanin er at hava eina bók við einari rúgvu av føroyskum og útlendskum kvinnum, sum standa modell fyri meg naknar, sigur Gvøðny Miram Gunnarsson við Góðan Morgun Føroyar.

Áðrenn myndirnar vera tiknar, fáa tær klár boð um, hvat Gvøðny Miriam ætlar sær, greiðir hon frá. Eitt nú at ikki alt fer út á netið, men at okkurt bara fer í bókina.

Fleiri hava longu skrivað til Gvøðny Miriam, men hon vil fegin hoyra frá fleiri. Hon hevur brúk fyri hundraðtals modellum, sigur hon.

Til ber at seta seg í samband við Miriam & Janus Photography her.

Les eisini: Katrina Maria: Hugsi ikki um at alt Føroyar síggja meg nakna