(Mynd: EPA)

Leita nú eftir ungum tunesara

Ingi Samuelsen

21.12.2016 - 11:03

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Týska løgreglan rannsakar nú øll sjúkrahús í Berlin og Brandenburg-landslutinum í jagstranini eftir manninum ella monnunum, sum stóðu handan yvirgangin á jólamarknaðin í Berlin mánakvøldið. Serliga verður leitað eftir einum tunesiskum manni fyrst í tjúgunum.

Tíðindini eru ikki váttað frá almennari síðu enn, men løgreglan fyrireikar í løtuni ein tíðindafund, skrivar nrk.no.

Tað er Spiegel, sum skrivar, at leitað verður eftir einum manni frá Tunesia. Tey skulu hava funnið samleikapappír umborð á lastbilinum, ið varð brúktur. Løgreglan hevur eisini tryggjað sær DNA-spor í bilinum.

Løgreglan handtók í morgun ein mann, sum verður settur í samband við atsóknina. Maðurin er leyslatin aftur, skriva týskir miðlar.

Løgreglan hevur fingið yvir 500 prei um hendingina, og hevur eisini biðið øll, sum hava tikið livandi myndir frá marknaðinum um at vísa teimum filmarnar.

Týski statsákærin segði í gjár, at tey ongar ábendingar hava fingið um, at talan er um víðgongdar islamistar, sum hava staðið aftan fyri álopið.

Les eisini: Bilførarin royndi at støðga yvirgangsmanninum