Leitaðu eftir yvirgangsmanni í Grenaa í nátt

Ingi Samuelsen

22.12.2016 - 08:20

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Løgreglan í Eysturjútlandi hevur alla nátt leita eftir einum manni í havnalagnum í Grenaa. Hildið var, at møguliga var talan um mannin handan yvirgangsálopið í Berlin mánadagin.

Men leitingin gav einki úrslit.

Løgreglan í Eysturjútlandi fekk í gjárkvøldið eina fráboðan frá fólki, ið gingu túr við hundi um, at tey høvdu sæð tann 24 ára gamla eftirlýsta tunesaran Anis Amri.

Hann skuldi vera sæddur nærhendis Grenaa Havn, og tá løgreglan fekk líknandi boð frá einum øðrum fráboðara, vóru løgreglufólk í stórum tali send til økið, skriva danskir miðlar.

Allir bilar og lastbilar eins og ferðafólk, sum skuldu við ferjuni hjá Stena Line til Varberg klokkan eitt í nátt vórðu kannað. Men tey funnu einki, sum bendi á, at eftirlýsti yvirgangsmaðurin var staddur í Grenaa í nátt, sigur politiovastin á staðnum.

Hann vil ikki siga, hvørjir upplýsingarnir vórðu, ið komu afturat, sum fekk løgregluna at taka málið í so stórum álvara, skrivar tv2.dk.