Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Lemmatrolari samtrolar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Føroyska Sjómansmissiónin

04.04.2016 - 19:39

> Tíðindi > Føroyar

- Vit hava roynt eystanfyri, men fiskiskapurin hevur verið smáligur. Bestu hálini vóru tey seinastu, sigur Tórhallur Gaardbo, skipari á Rankanum.

Á middegi í dag komu Rankin og Rókur á Runavík. Teir hava samtrolað og fingið 350 kør av hampuliga stórum upsa, sum verður landaður til Faroe Origin í Runavík.

Fyri tíðina samtrola Rankin og Rókur. Rókur plagar annars at samtrola við Lerki.

Lerkur hevur seinastu vikurnar ligið í Klaksvík, har ymiskt er gjørt við motorin.
Lerkur er um at vera klárur aftur til fiskiskap og skal samtrola við Rók, tá teir fara avstað, vantandi í annaðkvøld.

Tórhallur sigur annars, at Rankin er ein lemmatrolari, sum vanliga fiskar við lemmum.

Um onkur av samtrolarunum hjá Faroe Origin hevur trupulleikar ella skal til viðlíkahald, so verður Rankin settur inn, sum avloysaraskip.

- Við Rankanum eru vit vanliga níggju mans tá vit trola við lemmum. Vit eru eisini níggju mans, tá vit samtrola, tí vit kunnu ikki bara koyra tveir mans í land, tá vit skulu samtrola, og so halda, at teir eru tilreiðar at koma umborð aftur, tá vit aftur skulu við lemmum.


- Tá Rankin fer avstað aftur, verður tað óivað við lemmum sigur Tórhallur Gaardbo.

Meira frá Føroysku Sjómansmissiónini her