Lena Anderssen á konsertferð í Danmark



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

11.10.2017 - 08:25

Mentan > Mentan > Konsertir

Føroyska songkvinnan, Lena Anderssen, sum í august mánaði framførdi í Tivoli, vitjar nú aftur í Danmark, har eitt nú konsertir í Herning, Næstved og Keypmannahavn eru á skránni.

Konsertferðin byrjaði í Ballerup í gjárkvøldið, tá Lena trein á pall saman við donsku songkvinnunum Ida Wenøe og Kajsa Vala til eitt tiltak, ið kallaðist Live Songwriter Circle.

Síðan gongur leiðin til Fermaten í Herning, har Lena hevur sama bólk við sær – Niclas Johannesen, Jóhannus á Rógvu Joensen og Jósva Debes – sum framførdu á fullsetta Reinsarínum farna fríggjakvøld.

Á konsertini í Herning er talan um dupult føroyska framførslu, tí føroyski troubadourorin Hans Andrias, sum eisini er á konsertferð uttanlands, hitar upp fyri Lenu í Herning.

Leygarkvøldið er Lena at hoyra í Grønnegades Kaserne Kulturcenter í Næstved, hóskvøldið 19. oktober í Krudttønden í Keypmannahavn og fríggjakvøldið 20. oktober í Maglebrænde Gl. Skole í Stubbekøbing.