Lena Anderssen: - Fyrstu ferð eg hoyrdi sangin, var eg seld

Hallur av Rana

25.12.2014 - 14:38

Tíðindi > Mentan > Tónleikur

Til jóla hevur Portalurin heitt á tónleikarar og onnur, ið eru kend innan føroyska tónleikapallin, at velja sær tríggjar jólasangir.

Hesa ferð er tað Lena Anderssen, ið velur tríggjar sangir, ið henni dámar.

1. The Christmas Song (Chestnuts Roasting On An Open Fire)

Skrivaður av Bob Wells og Mel Tormé. Framførslan hjá Nat King Cole.

Hetta er ein sannur jólaklassikari og skuldi tað hent seg, at eg eri ikki í jólahýri, so er tann trupulleikin loystur við at seta hesa fantastisku framførsluna frá.

Til ber at hoyra Nat King Cole syngja sangin við at trýsta á her.

2. Á jólanátt
Hetta er jólaperlan hjá Simma, ið hevur skrivað bæði orð og lag.

Eg kenni lagið frá “Jólafløgan”, sum kom út í 1998, har Ronnie Nielsen og Rúna Á Heygum syngja. Her er bæði jólasøga og jólastemmningur og so ein ríkur melodiur í heimsklassa.


3. Tenke på en venn
Sangurin er frá NRK jólakalendaranum “Jul i Svingen” og er skrivaður av Odd Nordstoga og framførdur av Hanne Hukkelberg.

Eg bleiv introduserað til hetta lagið fyri bert einari viku síðani. Fyrstu ferð eg hoyrdi sangin, var eg seld. Hetta lagið rammar inn allar tær sorgblíðu kenslurnar, eg ofta kenni um jólini. Hetta við at sakna og hava familju hinumegin Atlantarhavið.


“Om du titter ut av vinduet
en sen desember natt
og du føler deg litt ensom
litt alene og forlatt
skal du tenke på en venn
der du sitter for deg selv
for da er du ikke ensom likevel.”

Til ber at hoyra sangin undir greinini.