Mynd: Vinnuhúsið

Lena Mohr nýggj forkvinna í felagnum Samskifti



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

16.04.2018 - 11:50

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Samskifti

Fríggjadagin var aðalfundur í Samskifti. Øll nevndin stóð fyri vali, og Christian Nagata, stjóri á Sendistovuni, tók ikki við afturvali.

Tey sum vóru vald í nevndina vóru Lena Mohr (Sansir), Michael Koba (Kovboyfilm), Niels Uni Dam (Nudlavirkið) og Jógvan Andersen (Qodio).

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Lenu Mohr, stjóri á Sansum sum forkvinnu og Jógvan Andersen, stjóra á Qodio sum næstformanni.

Endamál felagsins er at savna føroysku lýsingarfyritøkurnar og taka sær av teirra yrkisligu, felagsligu og fíggjarligu áhugamálum.