Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Lendi á midnátt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

19.05.2018 - 23:24

Tíðindi > Flogferðsla

Eftir at hava flogið yvir Føroyum í ein tíma setti síðsta flogfarið seg fyri í dag í Vágum á midnátt.

Upprunaliga skuldi flogfarið hjá Atlantsflog úr Keypmannahavn lenda klokkan 19:55 í kvøld, men fráferðin úr Keypmannahavn varð nakað útsett, og tá komið var til oyggjarnar, varð flogið yvir Sandoynni meðan tað bleiv bíðað eftir lendingarlíkindum.

Fitt av vindi, regni og mjørka hevur verið í dag, og tað hevur órógvað flogferðsluna. Flogfarið hjá SAS avlýsti sín túr í dag.