Gianluigi Buffon, málverji á ársins liði (Mynd: EPA)

Lesarar hjá Uefa valt ársins lið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

11.01.2018 - 13:36

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

39 ára gamli italski málverjin, Gianluigi Buffon, verður framvegis mettur millum heimsins bestu málverjar, hóast hann nú ger klárt til at leggja frá sær sum professionellur fótbóltsspælari.

Uefa.com hevur júst kunngjørt ársins lið 2017, sum er valt í eini atkvøðugreiðslu millum lesararnar á heimasíðuni hjá evropeiska fótbóltssambandinum. Og millum teir 11 úttiknu er italski málverjin.

Tað er annars leikarar, sum spæla við bestu sponsku fótbóltskappingini, ið mynda ársins lið, tí heilir seks av teimum 11 spæla í La Liga. Tveir spæla í bestu italsku, tveir úr Premier League í Onglandi og ein í bestu deildini í Fraklandi.

Hesir eru á ársins liði:
Málverji: Gianluigi Buffon, Juventus
Verja: Dani Alves, Paris, Sergio Ramos, Real Madrid, Giorgio Chiellini, Juventus, og Marcelo, Real Madrid.
Miðja: Kevin de Bruyne, Manchester City, Toni Kroos, Real Madrid, Luca Modric, Real Madrid, og Eden Hazard, Chelsea.
Álop: Lionel Messi, Barcelona, og Cristiano Ronaldo, Real Madrid.

Tryggastur á plássi sínum var Sergio Ramos, ið fekk heili 73,7 prosent av atkvøðurnar á plássi sínum.