Mynd: Jens Kr. Vang

- Letur kanska uppaftur einaferð í januar

Jens Hákun Leo

07.12.2016 - 12:21

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Eldsbruni

Í samrøðu við Portalin fyri løtu síðan, segði ein ógvuliga harmur Niels Mortensen, stjóri í SMS, sum eigur Bónushandlarnar, at tað er sera lítið sannlíkt, at Bónus í Hoyvík fer at lata uppaftur áðrenn jól, eftir at eldur kom í handilin í gjárkvøldið, og at tað mest sannlíka er, at handilin letur uppaftur einaferð í januar.

Niels Mortensen heldur víðari fyri við Portalin, at ætlanin er av øllum alvi at royna at fáa handilin kláran aftur áðrenn jól, men at tá ið talan er um ein slíkan skaða í milliónaklassanum, verður tað í truplara lagi at fáa handilin kláran aftur, so at fólk kunnu gera tey síðstu jólainnkeypini í Bónus í Hoyvík.

Spurdur um, hvussu stórur skaðin er í oyrum og krónum, sigur Niels Mortensen, at tað torir hann ikki at meta um enn, men at tað ikki er av leið at føra fram, at skaðin er í milliónaklassanum.