Leygarkvøldið letur nýtt ungdómshús á Argjum upp



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

24.05.2018 - 10:53

Mentan > Mentan > Barna- og ungdómsmentan

Leygarkvøldið 2. juni letur nýtt ungdómshús upp á Argjahamri, og tað skal sjálvandi hátíðarhaldast við einum braki! Spildurnýggja virksemið heldur til í skúlanum á Argjahamri.

Gunnvør Balle, forkvinna í mentanarnevndini, heldur røðu, og ung bera fram heilsu. Navnframu Danny and the Veetos koma at spæla, meðan Bárður Dal Christiansen málar málning/skelti og harvið avdúkar navnið á staðnum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Í sambandi við nýggja ungdómstilboðið, er navnakapping útskrivað, og freistin at lata inn uppskot er sunnukvøldið 27. mai á midnátt.

Høvið er at síggja ymisku “pallarnar”/staðsetingina, har tey ungu fara at ferðast. Og gjøgnum kvøldið framføra ung ymiskt í ymsu hølunum og ein DJ fer at spæla feitan tónleik.

Millum annað eru fleiri teldur til gaming, stuttlig borðspøl, møguleika fyri at skateboarda, gera parkour og mangt annað.