Sigmund saman við foreldrunum Lene og Oddur Tróndheim (Mynd: Scanpix)

LGBT Danmark: Sigmund og foreldur hansara eru fyrimyndarlig

Oda Strøm

11.03.2018 - 11:40

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Sigmund kláraði seg avbera væl í X Factor fríggjakvøldið, tá hann vísti sínar góðu dansiførleikar. Hann framførdi sangin “Cool for the Summer” hjá Demi Lovato og slapp beinanvegin víðari.

Upptraðkanin og luttøkan hjá Sigmundi var so mikið góð, at formaðurin í LGBT Danmark Peder Holk Svendsen rósti Sigmundi fyri at tora at hvíla í sær sjálvum og vera flamboyantur og rósti eisini foreldrum hansara fyri at stuðla soninum.

- Hann er eitt frískt lot, sum legaliserar ymiskleika. Sigmund gevur øðrum ungum møguleika at spegla sær í honum, um tey búgva í einum lítlum býi og hyggja at X Factor og hugsa: "soleiðis havi eg tað eisini". Tað er við til at geva teimum eina kenslu av, at tað eisini er pláss fyri teimum.

Foreldrini hjá Sigmundi, Lene og Oddur Tróndheim, hava altíð stuðlað honum, og siga, at hann hevur lært tey nógv. 

- Í flestu førum eru tað jú foreldrini, ið royna at opna eina verð fyri børnini. Men tað er umvent í okkara føri. Tað er faktiskt Sigmund, sum opnar eina verð fyri okkum, ljóðaði tað frá stoltu foreldrunum.