Dansandi kvinnur fegnast um at Liberia ikki longur er í ebola-vanda (Mynd: EPA)

Liberia nú ebola-frítt land

Ingi Samuelsen

09.05.2015 - 15:40

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Eftir at ongin nýggjur tilburður er staðfestur í 42 dagar, er afrikanska landið Liberia nú lýst at vera ebola-frítt øki. Men felagsskapurin Læknar uttan Landamørk halda fram við arbeiðinum til grannalondini Guinea og Sierra Leone eisini eru frísk.

Tilsamans eru 11.005 fólk tey í hesum trimum londunum, í ringasta sjúkutilburði har nakrantíð. Næstan helmingurin av andlátunum eru hend í Liberia, har rintast stóð til við ebola-smittuni í tíðarskeiðinum frá august til oktober í fjør.

Tá kundu miðlar, sum vitjaðu landið, fortelja um sjúk fólk, sum lógu á gøtunum og doyðu uttan at fáa hjálp.

Nú sær út til, at vanlukkan er av, skrivar NRK.

Læknar uttan Landamørk siga, at tað nú eru gingnir 42 dagar uttan at nýggir sjúkutilburðir eru staðfestir í Liberia, og tað er markið, sum heimsheilsustovnurin brúkar til at staðfesta, at landið nú ikki longur er rakt av ebola.

Men felagsskapurin ávarar eisini um ikki at frøast ov tíðliga.

- Vit kunnu ikki taka fótin av spitaranum fyrr enn tað eru gingnir 42 dagar í øllum trimum londunum uttan nýggjar tilburðir, sigur Mariateresa Cacciapuoti, sum stendur á odda fyri Læknum uttan landamørk í Liberia.

Hon heitir á myndugleikarnar um at herða marknaeftirlitið fyri at forða fyri, at nýggir tilburðir koma inn í landið.