Liðið hjá Allan fekk bestu byrjan



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

23.10.2017 - 14:17

Ítróttur > Ítróttur > Huga ítróttur (talv/bridge osv.)

Fyrstu trý umførini í bridge fyri FM-lið vóru spæld leygardagin. Liðið hjá Allan Dal-Christiansen hevur lagt seg klárt á odda og føroyameistararnir frá í fjør hava ikki enn víst sína styrki.

Liðið hjá Allan Dal-Christiansen (Pól Egholm, Magni Jøkladal, Eyðun Anthoniussen) fekk 56,52 stig av 60 møguligum. Ein avbera góður dagur hjá teimum.

Liðið hjá Símun Lassaberg (Rói á R. Joensen, Árni M. Dam, Balle Mohr) liggja eins greitt á øðrum plássi.
LM-liðið við Boga Simonsen, sum liðskipara (Arne Mikkelsen, Per Kallsberg, Jóannes Mouritsen) høvdu eina ringa byrjan og liggja eftir trý umfør nr. 5. Jóannes var ikki við leygardagin, men liðini, sum Bogi hevur havt, hava altíð verið drúgv.

FM-lið er skipað so, at øll spæla móti øllum tvær ferðir, so enn eru 11 dystir eftir.
Trý tey næstu umførini í FM-lið verða spæld 18. november.

Støðan eftir trý umfør:
1. Allan Dal-Christiansen 56,52
2. Símun Lassaberg 49,49
3. Arnbjørn Sivertsen 39,15
4. Øssur Winthereig 33,61
5. LM (Bogi Simonsen) 22,89
6. Høgni Jacobsen 17,24
7. Óli Holm 15,94
8. DEKO & PRINT 5,16